Klemen Pisk

poet, writer, translator and musician

Poem in Faroese

Einabúgvin og úlvurin

Ein einabúgvi teknaði eina striku í sandin og segði,
"Tú mást ikki fara um hesa strikuna."
So teknaði hann ein sirkul,
"tú mást halda teg í sirklinum.
Tú kanst ferðast í honum, men ikki yvir um strikuna".
So kom stormurin, og strikan forsvann.
Ein úlvur stóð í sirklinum.
Kuldi og regn møddu hann, men hann flutti seg ikki.
Hann visti ikki, um strikan enn finst,
tá ið hon ikki longur er teknað í sandin.

Translated into Faroese by Pætur Mortensen